Tá Nils Malmros var í Føroyum fyri 21 árum síðani fyri at gera filmin Barbara, lótu nógvir menn í Føroyum skegg og hár vaksa, so teir kundu vera við í filminum, sum statistar. Tá filmurin varð liðugur, varð hárið klipt og skeggið rakað av.
Listakvinnan Astrid Andreasen - ið eisini var statistur í filminum - fekk tað hugskot, at brúka skegg og hár til eitthvørt.
Heiðursframsýning fyri Astrid Andreasen
Astrid Andreasen, listakvinna, fyllir 70 ár 31. juli 2018.
Í hesum sambandi verður stór heiðursframsýning í Müllers Pakkhúsi frá 4. august – 19. august 2018.
Stigtakarar og samskiparar til framsýningina eru Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen.
Astrid er føroysk listakvinna, ið er fødd og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur arbeitt og arbeiðir við list í breiðum týdningi. Hon hevur gjørt eina røð av listaverkum og hennara list prýðir nógvar stovnar og fyritøkur í Føroyum. Eisini hevur hon gjørt nógv frímerkir og nógvar tekningar av livandi verum, sum finnast í Føroyum, fuglar, fiskar, tara osfr. Sí ein lista yvir hennara listaverk her.
Astrid arbeiðir við
• Tekstil - herundir áseyming, binding, hekling, baldýring, veving
• Vatnlitum/akryl
• Blýantstekningum - herundir vísindaligum illustratiónum
• Metal
• Klip
• Steinprent
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo