Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løgmaður skrivaði tann 5. Dec. 2022 - 3 dagar áðrenn løgtingsvalið “tí er avgerandi, at vit loysa starvsfólkatrotið, so týdningarmestu vælferðarøkini ikki brotna innanífrá. Javnaðarflokkurin vil lyfta lønina til umsorganarøkið. Tað fer at styrkja økið og tryggleikan.”

Snildisliga og við hálvkvøddari vísu, so segði hann onki um, hvønn á umsorganarøkinum hann meinti við. Fólk flest tóku tó helst sum fyri givið, at hendan útsøgnin umfataði øll, sum starvast á umsorganarøkinum, men tey fingu annað at síggja.

Sannleikans tími
Nú tá sannleikans tími upprennur, vísir tað seg, at sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki eru umfataðir av lyftinum um lønarlyft frá javnaðarflokkinum. Vóru tær ikki nóg týdningarmiklar? Tey við longstu útbúgvingini á umsorganarøkinum blivu frávaldar ! Hvat fær javnaðarflokkin at gera hetta?

Javnaðarflokkurin hevur við lyftinum um lønarlyft allarhelst fingið nógvar atkvøður frá sjúkrarøktarfrøðingum, men tær blivu allar skuffaðar. Eftir valið er lyftið um lønarlyft til umsorganarøkið broytt til, at tey við lægstu lønini, skuldu hava lønarlyft. Men tað var ikki tað, ið sagt bleiv áðrenn valið. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt løgmann siga, at tað sum javnaðarflokkurin sigur áðrenn valið, tað sigur hann eisini eftir valið? Nei sjálvt vaskikonan á umsorganarøkinum bleiv lopin um av javnaðarflokkinum saman við restini av reyðu samgonguni.

Landstýriskvinnan svarar ikki spurninginum
Tað verður eisini tørvur á alsamt fleiri sjúkrarøktarfrøðingum í framtíðini, men við hesum lønarpolitikkinum hjá samgonguni kann væntast at áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði verður minkandi í framtíðini. Landstýriskvinnan førir fram, at áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði er ikki minkandi, tí talið av umsøknum seinastu 10 árini hevur verið at kalla tað sama. Tað er als ikki hetta spurningurin snýr seg um. Spurningur snýr seg ikki um tíðina frá 2014 til 2022, men um framtíðina, frá 2023 og frameftir.

Spurningur snýr seg um , um hendan útihýsingin av sjúkrarøktarfrøðingum kemur at ávirka áhugan fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði. Kanska velja tey ungu eina aðra útbúgving. Tað er ikki serliga lokkandi at fara undir eina útbúgving, har arbeiði eftir lokna útbúgving verður so lítið virt av landsins myndugleikum , at tað verður lopið um í einum lønarlyfti til bólk, har tað átti at verið inkluderað. Kanska fara enntá tær, sum í dag starvast sum sjúkrarøktarfrøðingar at leita sær aðrar vegir, kanska uttanlands.

Hvat blívur av fakligheitini í sjúkrarøktarfrøðini, tá tey við longstu útbúgvingini verða frávald?

Link til svarið frá landsstýriskvinnuni um Lønarlyft kann lesast. trýst her

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
Løgtingslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo