Fríggjadagin 13. januar er Meinigheitshúsið í Vági karmur um hugnaliga løtu, mest ætlað vaksnum og eldri.
Í eina tíð hevur Meinigheitshúsið í Vági fingið gjørdar ymiskar ábøtur, og nú størsti parturin er liðugur, ber aftur til at hava tiltøk í húsinum.
Við yvirskriftini "Tann góða løtan" kemur Hanus á Gørðum prestur at vitja og greiða frá.
Eisini er ein kaffimuður, prát, felagssangur á skránni, eins og kunnað verður um møguleikin at stuðla tí arbeiðinum, ið er gjørt seinasta árið.
Øll eru hjartaliga vælkomin til løtuna, ið er frá klokkan 16 til 17.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo