Partafelagið Hotel Hafnia, sum eisini fevnir um virksemið í Hotel Brandan, tvífaldaði í fjør vinningin og fekk metgott ár. Bruttovinningurin vaks við stívliga fýra milliónum krónum og lendi á 69,7 mió kr. Vinningurin eftir skatt var 8,5 mió kr, meira enn tað tvífalda av árinum frammanundan.
Góðar 44 mió kr vórðu útgoldnar í lønum í fjør, ein góð millión minni enn árið fyri.
Stórar íløgur eru gjørdar í hotelvirksemið, og langfreistaða skuldin á smáar 205 mió kr kostaði 7,5 mió kr at røkja. Men felagið hevur gott gjaldføri og eina holla eginogn uppá 64,6 mió kr. Javnin var 301 mió kr.
Hotellini hoyra til virksemið hjá Smyril Line, sum aftur er partur av virkseminum hjá Skansabrekku.
Pætur Trónd er stjóri fyri gistingarhúsini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo