Tað verður gott veður at hanga kjøtið upp í vikuni sum kemur, tí tað verður ikki so kalt. Nógv avfall verður tó onkran av døgunum, sambært fyribils forsøgnunum serliga í morgin, mikudagin og hósdagin.
Ættin verður mest eystaneftir, landsynningur fyrru helvt av vikuni og so landnyrðingur seinnu helvt.
Mesti vindurin verður móti endanum á vikuni, fríggjadagin uppí 25 m/s í hvirlunum og mikudagin, 10 - 15 m/s tá mesti vindurin er.
Tað verður skýggjað fyri tað mesta alla vikuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo