Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

FSF: Føroyar vóru í potti fimm av seks, tá lutakastið til komandi HM undankapping varð avgreitt í Nyon í dag. Londini vórðu drigin í níggju bólkar – tríggjar við fimm londum og seks bólkar við seks londum. 

Føroyar eru endaðar í bólki B saman við Spania úr styrkisbólki 1, Skotlandi úr styrkisbólki 2, Ukraina úr styrkisbólki 3 og Ungarn úr styrkisbólki 4.

Sostatt sær bólkur B soleiðis út:
Spania
Skotland
Ukraina
Ungarn
Føroyar

Landsliðsvenjarin væntar sær átta truplar dystir, men er hóast alt spent til uppgávuna. 

– Eitt lutakast snýr seg um hepni, og tað var ikki ordiliga við okkum í dag. Har vóru nógvir møguleikar í pottunum, sum vit á pappírinum høvdu verið javnari við, men tey londini fingu vit ikki í okkara bólk. Men hetta verður ein spennandi bólkur.

– Mótstøðuliðini eru øll sera sterk, sjálvandi við Spania sum favoritti. Men hini londini eru eisini millum tey ovastu í hvørjum sínum styrkisbólkum, so vit hava nakrar truplar, men eisini gevandi dystir fyri framman, sigur Lene Terp, landsliðsvenjari.

Dystarskráin verður nú løgd, og fyrstu dystirnir í undankappingini verða spældir í september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo