Stórreiðarin Henning Kjeldsen hevur saman við 8 øðrum nærstandandi fingið yvir 77 milliónir krónur í bót fyri at hava snýtt við kvotum. Harumframt er hald lagt á eina upphædd uppá yvir 162 mió kr, sum er vinningsbýti ið er útgoldið av órøttum.
Henning Kjeldsen er dømdur fyri strámannavirksemi og at hava svikað við kvotum, millum annað við at lata konuna og sonin standa fyri feløgum sum áttu kvotur, sum hann í veruleikanum hevði ræði á. Tey bæði eru eisini dømd í málinum.
Svikið fór fram árini frá 2013 til 2019.
Bæði sakførari og grannskoðari hjá Henning Kjeldsen eru fevndir av dóminum, men dómurin gongur ikki kravinum frá ákæranum á møti um, at allir tríggir skuldu missa rættin til at virka sum reiðari, sakførari og dómari
Allir dómarnir vórðu kærdir alt fyri eitt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo