Tað verður rættur hondbóltsfepur í dag, fríggjadag, tá heimsmeistararnir Jóhan á Plógv Hansen og Michael V. Knudsen vitja í SMS.
Teir fara at heilsa uppá føroyskar hondbóltsfjepparar og møguleiki verður at fáa autografar og taka eina mynd saman við teimum.
Eisini hevur Jóhan tikið bóltar og annað við, so fólk kunnu royna at skjóta á mál og vera við í kappingini um signeraðar landsliðsblusur.
Alt hetta verður á skránni í SMS kl. 16-17.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo