Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ongantíð fyrr eru so stór smolt sett út sum alifyritøkan Luna nú setur út á Sørvágsfirði.

Smoltini eru í miðal 6-700 gram, og tað er aftur heimsmet.

Men ikki bara seta smoltini heimsmet, eisini skipanin sum verður brúkt er tann fyrsta av sínum slag í heiminum.

Tað er Hørður Wardum, lívfrøðingur, sum hevur ment og bygt skipanina, og hevur eisini staðið fyri upplæringini.

Sambært Atla Gregersen, stjóri í Luna, so var skipanin fyrstu ferð roynd í ár, tá ið stóru smoltini vóru sett út í Miðvági. Tá var slangan 500 metrar.

Síðani var sett út á sama hátt á Velbastað. Tá var slangan 1 kilometur.

Og í gjár og í dag hevur verið sett út á Sørvágsfirði, og nú er slangan 1100 metrar.

Um gongd og úrtslit higartil, sigur Atli Gregersen við VP, at alt hevur gingist framúr væl.

- Hetta er ein sera effektivur háttur at seta út, og so eisini stóru smoltini, tí tey stytta alla gongdina einar seks mánaðir.

- Vanliga er, at tað tekur 17 mánaðir til laksurin verður tikin, men við stóru smoltunum so tekur tað bert 11 mánaðir, sigur Atli Gregersen.

Skipanin og tøknin er sera framkomin, so fylgt verður við allari gongdini á skermum á Smoltstøðini, so tað sæst hvussu smoltini hava tað til tey svimja í ringunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo