– Eg eri klár, sigur Kamala Harris varaforseti í dag, sambært Reuters.
Í gjár skeyt Fox News upp at fyrrverandi forsetin Donald Trump og varaforsetin Kamala Harris skulu hittast til sjónvarpstjak 17. september.
Trump hevur áður sagt at hann er klárur til bæði eitt og tvey forsetatjak við Kamalu Harris.
Og nú sigur Harris seg eisini til reiðar til tað, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo