Demokratiska forsetavalevnið, Kamala Harris, tekur seg fram nú í seks út av sjey svingstatum í USA.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning hjá Bloomberg News/Morning Consult.
Talan er millum annað um deilstatin Michigan, har hon fær 11 prosentpoeng fleiri enn Trump. Hinvegin so fær Trump fýra prosentpoeng fleiri enn Kamala Harris í Nevada, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo