Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hóast Bakkafrost fekk ein ordans lúsing eftir fráboðanina um avbjóðingarnar í Skotlandi, so eru greinarar samdir um, at partabrævið framvegis er áhugavert, og allir halda, at tað eigur at vera dýrari enn tað er beint nú.

Les eisini: Bakkafrost fær lúsing á børsinum

Bloomberg skrivar, at av 12 greinarum mæla 6 til keyp, 5 mæla til at bíða og 1 mælir til at selja partabrævið. Teir mest bjartskygdu halda, at kursurin eigur at liggja á 777 norskum krónum, í hinum endanum finna vit kursmálið 620 norskar krónur.

Tá hann var lægstur fyrradagin lá prísurin á Bakkafrost partabrævinum beint omanfyri 524 krónur. Nú kann partabrævið keypast fyri 561 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo