Harra Kim Simonsen, sum hevur ferðast sum akademisk nomada millum ein hóp av universitetum og akademium, bæði í Europa og Amerika, vil so øgiliga fegin vera "klókur" og betýðiligur, og hann kallar seg ósmæðin ofta fyri "granskara", og tá ið hann ikki rættiliga hættar sær ta glosuna, kallar hann seg "vitjandi granskara", - tað má vera ein akademiskt vilstur gestur, sum forvitin støkkur inn á gólvið at slota eftir vitan ella akademiskum slatri.
Hann er øgiliga nógv forkelaður í Danmark, líka frá sínum ovurakademiska heysi til sín bera loysingardintil.
Hann búði stakbíliga og priviligeraður á Regensuni í Kjøpinhavn og hevur fingið ovurhonds nógva gratis útbúgving í Danmark, m.a. á RUC, og so er hann dúgliga styðjaður av donskum grunnum, m.a. sjálvum Carlsberg-grunninum.
So man skuldi næstan trúð, at hann setti eitt sindur prís uppá danska tolerancu, blíðskap og holla viðferð av fátækum miðalgávaðum føroyskum studentum.
Tað ger hann nokk eisini, tá ið hann er heilt einsamallur.
Men hann er taktiskur maður, og hann fann skjótt út av, at hvis man skal fáa eina karrieru í Føroyum og sleppa uppí part saman við tí intellektuella føroyska kulturbandanum, so noyðist man at venja seg við at spilla Danmark og danskarar út, so nógv og so ofta sum gjørligt.
Eg hitti hann longu í KJØPINHAVN fyri einum mansaldri síðani, tá ið hann sat hugtikin við teir gigantisku pleyrarnar hjá Carl Johan Jensen og pliaði servilt, meðan tann buldrandi poeturin messaði heilt óforstáilig larmandi "fyndarorð" fyri sakleysum fólki.
Men Kim Simonsen visti longu tá, at hvis man vildi koma til fatið og blíva viðurkendur í Føroyum, skuldi man vara seg fyri at punktera tær skralltómu bløðrurnar hjá Carli J, og tí umrøddi og fagnaði Kim tann skralltóma bjølgin sum eitt komandi æstetiskt meginskald, meðan hann kelaði og kíndi forelskaður við tær gigantisku littereru føturnar.
Síðani hevur hann hildið ta lukrativu leiðina og hevur stórt sæð skammróst allari tí føroysku kulturmafiaini í sokallaðum kronikkum og eisini passandi ofta glepsað móti øllum donskum, bæði í útvarpi og bløðum.
Tað er jú tann einfalda uppskrivtin, hvis man vil sleppa framat tí føroyska kultur-trognum at leppa, ella troystar sær at vera við í sælari sjálvglaðari sjálvrósandi sínamillum ryggdunking á tí heimføðisliga føroyska parnassinum.
Meðan jólastemningurin annars vitjar tað kríggsmeltaða Europa, hevur tann praktiski Kim S. fingið sær innivist í tveimum donskum bløðum við einum sonevndum kronikki, har hann spillir Danmark og danskarar herviliga út fyri ikki at skriva politiskt korrekt um Føroyar.
Hetta er skilagott av Kim, tí jólini verða dýr í ár, og man veit, at hálvmasochistisk donsk bløð betala væl, sjálvt fyri sera triviellar og banalar frístílar.
So nú hevur Kim fingið reddað sær fígging av bæði gás, mandilgávu og tiltrongdar fløvandi langar ullintar undirbuksur til síni ætlandi centraleuropeisku jól í Amsterdam
Tað kunnu vit øll fegnast um hansara vegna.
Men hvat gremur hann seg so um í sínum kronikkum? Hví eru allir danskarar so fúlir, at teir eru verdir at spilla út í tveimum bløðum, fyri at Kim fær nakað undir tað hollendska jólatræið.
Jú, Kim er øgiliga misnøgdur við, at danskarar ikki skriva um Føroyar, sum Kim vil. Teir skriva um abort og tað erotiska Jenisar-syndromið, men Kim gloymir, at hesi evni faktiskt hava verið aðaltema í tí nýliga farna valgdystinum.
Skullu journalistar so loypa tað heilt um? Tað hevði verið bæði grunt og feikt.
Kim gloymir eisini, at teirra "keldur" eru allar føroyskar.
So hetta forargilsið hjá Simonsen er rættiliga malplacerað.
Journalistar í øllum londum eru aloftast sera grunnir, men akkurát her hava teir avgjørt ikki rakt við síðuna av.
Tað má vera heilt legitimt, at teir lýsa ta orrustuna, sum hevur verið um hesi etisku mál. Tey hava fylt heilt øgiligt, eisini í dagligari debatt í Føroyum.
So her er "viel Geschrei und wenig Wolle" hjá Kimmi.
Men hann hevur gjørt sína kulturellu verndarskyldu og hevur fingið eitt ynskt herðaklapp fyri at hava spilt danskarar út.
Tað verður registrerað við fragd og viðurkenning á Setri, á Námi og í øllum tí kulturpolitiska kulturbandanum.
Tað er altíð gratis at loypa á Danmark og danskarar, tí teir hirða ikki at svara einum føroyskum spilliklúti aftur.
Stóð tað til ta føroysku kulturelituna ella Kim, skuldu danskir journalistar heldur skrivað um tað "fantastiska" bólgnandi Setrið, har talið av professarum pr. kvadratmetur er størri enn á sjálvum Sorbonne, ella teir kundu havt vitjað kulturbeiggjarnar Oddfríða og landslarmaran, sum kundu fortalt, hvussu nógvum donskum stuðulsgrunnum teir hava gjørt høvuðlop í tey síðstu fimm árini.
Tað er ørgrynni av tilfari.
Tað manglar aldrin nakað materielt i tí kalda decemberveðrinum hjá hesum ovurfreku loysingum, tí jólastemningurin verður skaptur av skammleysum donskum snultara-studningi, hvis teir ikki finna ein hentan kulturprís at geva hvørjumøðrum.
Men Kim droymir ikki um at seta nakað kritiskt eyga á tann markleyst grádiga føroyska mentabandan.
Tað var ein stórur og mætur danskari, sum kallaði seg PH. Hann skrivaði m.a. Kritisk Revy, har hann húðflongdi ta donsku kulturelituna. Hann kravdi og tordi kritikk í EGNUM landi av egnum landsmonnum.
Poul Henningsen, Hans Kirk og Otto Gelsted kundu lært tann ambitøsa og pretentiøsa Kim nógv.
Hevði hann verið ein maður og havt teir sum fyrimynd, kundi hann kanska blivið nakað av einum filosoffi, sum hann so sera fegin vil vera.
Teir tordu at kritisera sínar EGNU landsmenn og ikki skammrósa sínum ússaligu kultur-kammiratum.
Tað torir og vágar kujónin, Kim Simonsen sær ikki, tí so missir hann allar møguleikar fyri at verða boðin til tað stóra føroyska kulturtrogið at gumla tann soltna talentleysa skánikostin saman við tí litterera halleluja-kórinum.
Tey fylkjast jú fnisandi fyri at halda tann føroyska lesaran fyri tað turra spott undir autoriseraðari Setursleiðslu!
Ein slíkur kulturkøstur átti at forarga Simonsen og fingið hann beint til tastaturið við einum sáplandi kritiskum kronikki.
Men nei, aftur í ár hevur hann verið so skikkiligur og heilt raskur at spilla Danmark út fyri ein journalistiskan bagatell, og gjørt tað strategiskt skilagott, beint fyri jól, so tey hollendsku jólini eru bjargað.
Men Kim er líka so óinteressantur í sínum grunnu analysum, sum meginparturin av journalistum eru um tað mesta av Europa.
Man tekur eitt pinkulítið horn av einum túnasteini, sum tey flestu ikki gáa eftir og forstørrar tað upp til eitt fjall av alpinskt geologiskum dimensiónum.
So kanska hevur Kim eina framtíð sum "vitjandi geologur".
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo