Fiskamarknaður Føroya: Bara eitt línuskip er til fiskiskap í løtuni, tað er eitt av teimum smærru. Tað fiskar mest av longu og brosmu. Tað landar mánadagin. Væntandi fer okkurt avstað á næstum. Eitt frystiskip er á Føroya Banka og fýra eru á Føroya grunninum. Tvey eru ávegis til Flemish Kap.
Streymurin verður hampuligur og veðrið sær út til at blíva gott, so roknað verður við nakað av útróðri. Fiskaríið er tó smáligt.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi. Hin liggur við bryggju.
Fýra pør eru til fiskarí og tey flestu fara at landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo