H.J. Asfalt við heimstaði í Klaksvík hevði 4 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør, bara árið fyri var betri í søguni hjá felagnum, tá lógu 7,4 mió kr eftir aftaná skatt.
Í roknskapinum sæst, at tað er minkandi bruttovinningur sum ger, at úrslitið er lakari. Bruttovinningurin minkaði við nærum 5 mió kr og endaði á 13 mió kr. Starvsfólkakostnaðirnir minkaðu nakað - úr 7,5 niður í 7 mió kr.
Fíggjarstøðan javnvigaði við stívliga 16 mió kr harav eru góðar 6 eginogn.
Leif Berg Jacobsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo