Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hagalendið í Føroyum er so nøkunlunda helvtarbýtt t.v.s. helvtin er landsogn meðan hin helvtin er privatogn.

Slættaratindur (Suðurhelvt) er 12 merkur og privat ogn allur sum hann er, harav sonur mín og eg eiga størra partin av einari mørk - við tinglýstum ognarrætti, sostatt líka privat sum eitt privat parkerings pláss í Havn (ejendomsretten er ukrænkelig).

Landið eigur, sum longu sagt, umleið helvtina av hagalendinum og eigur at viðgera gongd í haga á egnari ogn, hina helvtina eiga vit ognarmenn og hava tinglýst ræði og ábyrgd av hesi ognarhelvtini.

Eitt felag er sum kallar seg fyri hagafelagið – sera framligt, eiga ongan haga –  ognarmenninir kundu kanska kalla seg fyri hagafelag.

Verri er at løgtingsfólk og enntá flokksformenn halda seg hava rætt á tinglýstum privatum ognum.

Jógvan K. Mørkøre
Eiði

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo