Serliga fyrru helvt av næstu viku kunnu vit vænta okkum gott veður við lítlum vindi og ikki sørt av lýkku í luftini.
Ættin verður mest millum eystan og landnyrðing men lítil vindur burtursæð frá týsdegnum, tá verður hann eitt sindur frískari. Hitin millum 8 og 10 stig og turt fyri tað mesta.
Fram móti vikuskiftinum verður meira vindur av høgætt og nakað kaldari, tað fer helst eisini at regna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo