Nú verður farið undir at ala í lukkaðum alieindum í Føroyum.
Hiddenfjord hevur bílagt tríggjar alieindir av hesum slagnum, sum myndirnar vísa, og í dag vóru so tvær av teimum sjósettar á Skála.
Tað er fyritøkan Fiizk í Noreg sum hevur gjørd alieindirnar.
Alieindirnar skulu eftir at tær nú eru flotaðar sleipast vestur til Sørvágs.
Ein av stóru fyrimununum við lukkaðum alieindum er, at eingin lús verður á fiskinum og munandi minni verður av dálking.
Sí fleiri myndir her (sum Ólavur Frederiksen tók)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo