Fyrrverandi forsetin í Uefa og varaforsetin í Fifa Lennart Johansson er deyður, 89 ára gamal.
Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar í dag, harímillum The Guardian.
Johansson, sum var svii, var forseti í evropeiska fótbóltssambandinum frá 1990 til 2007.
Johansson var eisini nær við at gerast forseti í Fifa í 1998, men tapti í einari umstríddari atkvøðugreiðslu ímóti Sepp Blatter.
Johansson var oddamaðurin handan Champions League kappingina, sum varð sett á stovn tíðliga í nítiárunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo