Vágs kommuna: Í mai mánað var Ole Wich listamakari í Vágs kommunu. Í kvøld, ónskvøldið 12. juni 2019 verður fyrilestur við Ole Wich í Garðslon (Vágsvegur 114 – yvirav Handlinum á Gørðunum) við heitinum “Hvat kann listin elva til í Vágs kommunu?”.
Ole Wich fer á fyrilestrinum m.a. at greiða frá listaverkunum, sum eru gjørd í Vági í tíðarskeiðinum, tá hann hevur verið listamakari hjá Vágs kommunu – og Ole fer eisini at seta listaverkini í ein størri samanhang í mun til søguna og samleikan hjá Vágsbygd.
Dennis Holm, borgarstjóri bjóðar vælkomin – og Vágs kommuna bjóðar eisini ein kaffimunn í samband við tiltakið.
Fyrilesturin er kl. 19.30 í Garðslon og er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Meiri kann lesast um Olw Wich sum listamakara í Vágs kommunu her:
Blog: https://olewich.blogspot.com
Facebook: https://www.facebook.com/ole.wich
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo