Samstundis sum fleiri finnast at politikarum, sum tey halda vera snævurskygdar, eru Føroyar á summum økjum opnari enn fyrr.
Á Facebook seta privatfólk fram uppskot um at bjóða særdum hermonnum úr Ísrael higar at koma fyri seg.
Á sama sosiala miðli seta onnur fólk fram krav um at føroyska sendistovan í Ísrael verður latin aftur, tí vertslandið fremur fólkamorð.
Tað er vítt til veggja og Føroyar megna í dag at rúma ymsum sjónarmiðum.
Fyri kjakið er tað nýtt og fyri fólkaræðið er tað gott.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo