Summar Festivalurin: Fýra av kendastu og mest virknu sangarum í landinum vera við á Summar Festivalinum í august.
Jens Marni Hansen, Kim Hansen, Eyðun Nolsøe og Ólavur á Váli Olsen hava hvør í sínum lagi konsertir á ársins festivali.
Jens Marni er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur gjøgnum árini verið við í bólkum sum Kjølar, All That Rain og Showmenn, men hann er helst best kendur undir sínum egna navni. Jens Marni hevur sum solistur givið fleiri útgávur og nógvar sangir út. Fleiri av sangunum eru fólkaogn. Jens Marni fer saman við bólki sínum at spæla sínar bestu sangir á konsert í Tjaldinum, sum við vissu verður bæði góð og lívlig.
Við sannførandi klaverspæli og framúr góðari sangrødd hevur Kim Hansen spælt seg inn í hjørtuni hjá føroyingum. Hann hevur spælt í ymiskum tónleikabólkum, men stendur serliga sterkur sum solistur. Við sangum sum «Maria«, »Meistarin«, »Ein country og western sang« og »Fagri flokkur« hevur hann sungið og tulkað sangir, sum fáir føroyskir sangarar megna tað. Tá ið hann setur seg við klaverið og lagar mikrofonina til sín, veitst tú, at løtan verður serstøk. Hesa ferð spælir Kim á Torginum.
Poppsangarin og sangskrivarin Eyðun Nolsøe er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skriva og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í føroyskum tónleikalívi. Eyðun hevur síðani tíðliga í 80'unum verið partur av Frændum, men seinnu mongu árini hevur hann serliga innspælt og framført sum solistur. Eyðun hevur gjøgnum árini skrivað sangir sum »Mítt Land«, »80’ini«, »Dansa«, »Til Tey Stressaðu« og aðrar. Eyðun Nolsøe spælir sínar bestu sangir á Torginum.
Ólavur á Váli Olsen er sangarin við sterku røddini, sum syngur fangandi popp- og countrysangir. Hann setti veruliga ferð á karrieruna, tá ið hann innspældi fløgu í USA og hittaði við sanginum "Dalar og fjøll". Síðani hevur hann útgivið fleiri sangir, sum eru vorðnir hitt. Ólavur á Váli Olsen spælir popputan countrytónleik, og hann dugir eisini framúr væl at tulka sangir hjá øðrum. Ólavur hevur framførslu á Torginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo