Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt línuskip er á Føroya Banka ogg eitt í kantinum á Føroya Banka. Bæði landa fyrst í vikuni. Skipini fáa mest av hýsu og longu. Væntandi fer okkurt avstað í næstum. Fimm frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er á Føroya Banka og eitt undir Íslandi.

Streymurin er hampuligur og veðrið verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Smáligt fiskarí.

Tveir djúpvatnstrolarar eru á svartkalvaveiðu og koma væntandi at landa í vikuni. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Fýra pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Okkurt parið fer út um vikuskiftið. Tvey pør fiska gulllaks.

Ein trolbátur er á landleiðini, tveir eru á Skeivabanka og so eru tveir norðanfyri. Allir landa í vikuni. Tað er ein blandingur av toski, hýsu og flatfiski bátarnir fáa. Brúkiligt fiskarí.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo