Fróðskaparsetrið: Týsdagin 29. november kl. 16 verður bendingargrunnur við føroyskum orðum latin upp og lagdur fram í Loftsstovuni. Arbeiðið er úrslit av føroyskari-íslendskari verkætlan, sum hevur havt til endamáls at seta føroyskt orðatilfar í ein teldutøkan bendingargrunn, sum frammanundan er gjørdur fyri íslendskt.
Verkætlanin er stuðlað av Nordplus og er samstarv millum Árnastofnun á Háskóla Íslands og Føroyamálsdeildina.
Á framløguni verður sagt frá arbeiðinum og víst verður, hvussu øll opið kunnu brúka bendingargrunnin í sínum gerandisdegi og í menning av máltøkni.
Øll eru vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo