Báðir eru koyrdir til hús, ímeðan Airfrace roynir at finna fram til, hvat vendir upp og hvat vendir niður í eini heldur enn ikki margháttligari hending, har tað gjørdist rættuliga týðuligt, at teir báðir í stýrihúsinum vóru so ósamdir um okkurt, at teir vóru farnir til hendurs.
Ein flogterna mátti sita inni hjá teimum restina av túrinum, so teir ikki aftur fóru at berjast, skrivar miðilin Travel Trade Outbound Scandinavia.
Hvat teir báðir vóru so ósamdir um, kemur ikki fram, og heldur ikki hvørja rutu flogfarið fleyg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo