Hesa vikuna hevur Arktis verið á breddanum í Brússel í sambandi við filmskvøldið Arctic Shorts og árligu ráðstevnuna Arctic Futures Symposium. Føroyar vóru væl umboðaðar á báðum tiltøkunum.
Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá fekk góða móttøku
Evnið á filmskvøldinum var ung í Arktis. Níggju stuttfilmar vórðu vístir. Tiltakið var sera væleydnað. Eini 400 fólk møttu til sýningarnar, og filmurin Vetrarmorgun hjá Sakarisi Stórá fekk góða móttøku.
“Tað var ein stór uppliving at sýna filmin á belgiska listadeplinum, Bozar. Eg var ovfarin av, at næstan 400 fólk møttu til tiltakið.Tað vísir greitt, at tað er ein stórur áhugi fyri søgum úr útnorðuri og arktisku økjunum sum heild. Tað er altíð ein góð kensla, tá filmarnir bergtaka áskoðaran. Tað haldi eg, at Vetrarmorgun veruliga gjørdi. Tað minti meg á, at Vetrarmorgun er ein lítil, men týdningarmikil filmur. Í øllum førum haldi eg, at tiltakið hevur verið við til at lata eyguni upp fyri føroyskum filmi”, sigur Sakaris Stórá.
Á tiltakinum var eisini stórur áhugi fyri filminum Dreymar við Havið, komandi verkætlanunum hjá Sakarisi og føroyskum filmi sum heild.
Føroyskur íblástur á ráðstevnuni
Í ár vóru evnini á ráðstevnuni Arctic Futures Symposium 1) Arktiska samstarvið 2) Flutningur 3) Mentan, nýskapan og íverksetan 4) Bláur vøkstur og lívfrøðiligt fjølbroytni. Millum røðararnar vóru trý umboð úr Føroyum.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, greiddi frá virkseminum hjá Atlantic Airways, og hvat krevst at reka eitt flogfelag í einum lítlum landi.
Íverksetan og nýmenning vinnur fram í Føroyum. Eftir fáum árum er talið av íverksetarum, sum halda til í Hugskotinum, vaksið nógv. Sóley Heradóttir Hammer, umsitari í Hugskotinum, greiddi frá framgongdini, og hvussu Hugskotið hjálpir íverksetarum.
Elin Mortensen, sendikvinna Føroya í Brússel, luttók í pallborðsorðaskiftunum um leiklutin hjá Arktiska Ráðnum, og um bláan vøkstur. Elin Mortensen greiddi m.a. frá týdninginum av fiskivinnu fyri føroyska búskapin, og verkætlanini Blue Fashion Challenge hjá Fiskimálaráðnum og NORA um at gera mótaklæðir úr tilfeingi úr havinum sum fiskaskræða og kópaskinn. Verkætlanin og myndirnar av vøkru pløggunum vaktu ans millum teir 200 luttakararnar á ráðstevnuni.
Felagsskapurin International Polar Foundation stóð fyri tiltøkunum, og Sendistova Føroya í Brússel var millum fyriskipararnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo