Fyrr í dag var føroyski stuttfilmurin "Stina Karina" útvaldur til donsku filmskappingina "Ekko Shortlist" hjá danska filmsblaðnum Filmmagasinet Ekko.
Filmurin liggur nú online á hesari leinkjuni: trýst her
Tað ber til at síggja "Stina Karina" ókeypis online á heimasíðuni hjá Ekko og geva honum stjørnur.
Um filmurin fær nóg góða undirtøku, so er ein tjansur fyri at hann kann enda á topp 10 listanum og blíva nomineraður til Ekko Shortlist Awards.
Í fjør vunnu bæði "Skuld" hjá Heiðrik á Heygum og "Sum einglar vit falla" hjá Mariu Winther Olsen virðislønir á Ekko Shortlist Awards 2016.
"Stina Karina" vann Geytavirðislønina í 2015, og hevur verið á fleiri festivalum kring knøttin. M.a. var hann sýndur á Odense International Film Festival og á Nordic Light Film Festival í Seattle. Nú er tíðin so komin til Ekko Shortlist, og filmurin liggur nú online.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo