Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyrr var 2. jólakvøld hæddarpunktið hjá tí føroyska dansinum bæði í bygd og í bý. Tá var tað soleiðis, at nakrar bygdir vóru jólabygdir og aðrar vóru nýggjársbygdir, og fólk vitjaðu hvønn annan hesi høgtíðskvøld.

Vegir og tunlar vóru ongir tá, so fólk løgdu nógv fyri. Tey gingu yvir fjøll ella róðu millum bygdir. Nógvar søgur eru fortaldar um minniligar túrar, har fólk kundu liggja veðurføst í fleiri dagar.                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                      

Tøkum Lætt hevur øll 23 árini, síðani tað var stovnað, haft dans 2. jólakvøld, tey fyrstu árini í Sjónleikarahúsinum og seinni í Skansastovu. Í fjør royndu vit fyri fyrstu ferð í Reinsarínum, og tað eydnaðist sera væl. Nú var 2. jólakvøld í fjør eitt leygarkvøld, so tað lá væl fyri!

Í ár bjóðar Tøkum Lætt øllum í almennan dans í Reinsarínum 2. Jólakvøld.

Byrjað verður kl. 22, ókeypis atgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo