Føroysk skúlabørn hava sett eina sera spennandi og litríka ljóslista-framsýning upp í Norðurlandahúsinum.
Tað er Listaleypurin, ið bjóðar listaupplivingar og listaverkstovur til fólkaskúlar í Føroyum, sum stendur fyri vitjanini av Floortje Zonneveldt, myndlistakvinnu, og Eva Bullens, installatiónskvinnu, og sum hava arbeitt við næmingum í Frískúlanum í Havn seinastu dagarnar.
Framsýningin opnar í morgin, fríggjadagin 3.feb.- 6.feb. 2017.
Framsýningin er eisini partur av Vetrarljós, ið verður í vikuskiftinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo