Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Leygardagin 3. september skipar Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri renni og gangi hálv maraton, runnið og gingið verður úr Gásadali til Sandavágs.

Stórur áhugi fyri Føroya vakrasta hálv maraton
Hetta er á triðja sinni at skipa verður fyri hálv maraton renning í Vágum. Luttakara talið hini árini hevur ligið um 86 rennarar.

Nú ein vika er eftir til starturin verður skotin ígongd í Gásadali, hava higartil 247 luttakarar teknað seg til at renna og ganga úr Gásadali til Sandavágs, 114 rennarar og 133 sum fara at ganga. Fyrireikarnir hava avgjørt at lukka fyri tilmelding tá 300 hava teknað seg.

Stuðla krabbameinsfelagnum
Tað nýggja við Føroya vakrasta hálv maraton í ár er, at skipa verður somuleiðis fyri gangi hálv maraton har ein partur av luttøkugjaldinum fer til Krabbameinsfelagið. Tað gleðir fyrireikarnar at so nógv hava tekna seg til gangi hálv maraton og harvið stuðla arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum.

Luttakararnir til hálv maraton møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Møguligt verður hjá luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús. Klokkan 10.15 koyrir bussur av Giljanesi til Gásadals, og starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5 km verður ein vatnpostur.

Runnið verður eftir landavegnum úr Gásadali, omanfyri Bø til Sørvágs, síðan eftir gamla vegnum úr Sørvági, fram við terminalinum hjá Vága floghavn, eftir gamla vegnum til Vatnsoyrar og fram við Vatninum, gjøgnum Miðvág og komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági. Tey sum ætla sær at ganga fara sama veg, men tá komið er til Vatnsoyrar verður farið niðan eftir Vatnsdalsbrekku og eftir Vørðunum til Miðvágs og koma á mál við kirkjuna í Sandavági.

Fólkaheilsurenning
Tað hevur týdning at røra seg, men tað eru ikki øll sum hava mót uppá at renna / ganga eitt hálvt maraton. Tí skipar Ítróttarfelagið Frælsi saman við kommununum í Vágum og Fólkaheilsuráðnum fyri heilsurenning. Runnið ella gingið verður frá flogvøllinum til FK í Miðvági, hesin teinur er góðar 6 km. Tað er møguligt at tekna seg á heimasíðuni renn.fo ella á staðnum. Startnummur kunnu heintast á flogvøllinum frá kl. 11, fari verður avstað kl. 11.30.

Takkað verið høvuðsstuðlunum Hiddenfjord og FAE, umframt stuðulin frá FK í Miðvági, EUR Express, MBM og Føroya Bjór, og ikki minst øllum hjálparfólkunum og kommununum í Vágum, letur tað seg gera at skipa fyri hesum stóra tiltaki.

Fyriskiparnir vóna at síggja nógv fólk fram við vegnum at stuðla teimum sum luttaka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo