Føroya Listaskúli fer nú aftur at skipa fyri Masterclass undirvísing fyri listafólki.
Tann 6. til tann 12. august 2018 verða 3 masterclassar hildnir í Skipasmiðjuni.
Listafólkini, ið leggja fyri eru Marius Olsen, grafisk list, Hjørdis Haack, málningalist og Hans Pauli Olsen, standmyndalist.
Listafólkini halda hvør sín masterclass við pláss fyri 8 luttakarum fyri hvørt listafólki, sum vera samstundis.
Felags fyri, í alt 24 luttakarar, verður framsýning, máltíðir og steðgir, har luttakararnir kunnu koma í samband við øll, sum eru við, vitja hvønn annan og renna saman í synergiskum samstarvi.
Ein Masterclass er ein undirvísingarháttur har eitt lið av listafólkum er savnað og eitt listafólk leggur fyri og stendur á odda í eini verkstovu.
Listafólk, ið heldur masterclassin, leggur fyri við sínum lista perspektivi og sínari list.
Endamálið er at styrkja listina og listalívið í Føroyum. Listin í Føroyum er sterk, professionel og serstøk.
Hon líkist burturúr og kanska kann hon síggjast sum ein “skúli" innan listina ella vísir verkstovan um so er ella hvat listin kann vera í Føroyum.
Roynt hevur verið fyrr at gera listaskúla. Listafólkini Jack Kampmann, grafisk og málningalist list, Janus Kamban, standmyndalist og Ingólvur av Reyni, málningalist, vóru listafólk, sum tóku stig til at stovna og gera listaskúla.
Føroya Listaskúli tekur nú uppaftur táttin og við hesum eitt fet fram ímóti einum skipaðum umhvørvi av listafakligari skúling og einum listapalli sum øll kunnu eiga í, í Føroyum.
Føroya listaskúli er stigtakari og fyriskipari og arbeiðir fyri at fáa listaskúla í Føroyum, sum er at meta við Føroya Fróðskaparsetur og Føroya Musikskúla.
Við hesum tiltakinum vilja vit taka uppaftur søguna, og hava verið so heppin at fáa hesi 3 framúr listafólkini í somu listagreinum, sum tey listafólkini í áður royndu at gera listaskúla, og sum við sínari list eiga mangar lunnar undir verandi listina og verandi listalív.
Tað ber til at melda seg til hjá LISA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo