Tórshavnar býarsavn skipar fyri søguligari mótasýning Mentanrnáttina í Müllers Pakkhúsi.
Á mótasýningini fara fólk at síggja og hoyra, hvussu havnarfólk gingu ílatin frá umleið 1920 til 1970-árini. Umframt at lýsa føroyska mótasøgu í eina hálva øld lýsir sýningin eisini altjóða rák, samfelagsmenning og livikor í Havn í hesum tíðarskeiði.
Ria Tórgarð fer at siga frá, og umleið 40 modellir í øllum aldrum fara at sýna klæðir fram frá ymsu tíðarskeiðunum.
Tvær sýningar verða, tann fyrra kl. 19.30 – 20.00 og tann seinna kl. 20.30 – 21.00.
Ókeypis atgongd.
Myndir: Rósa Tovudóttir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo