SEV: - Tað er ikki ov nógv sagt, at bygnaðurin í føroysku elskipanini er við til at halda føroyska elprísinum á einum rímiligum støði, tá vit sammeta við himmalhøgu elprísirnar í londunum rundan um okkum, har fólk brynja seg til ringastu orkukreppu síðani sjeytiárini, metir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Hann vísir á, at tvær høvuðsorsøkir eru til, at føroyski elprísurin er støðugur og lutfalsliga lágur í mun til grannalondini. Fyrra orsøkin er, at eftirspurningurin eftir elorku hevur verið alsamt vaksandi seinnu árini, og harvið er sølan eisini støðugt økt. Seinna orsøkin er, at elprísurin er grundaður á kostnaðin í samlaðu elskipanini, og at SEV prístryggjar, t.e. “hedgar”, oljukeyp fram í tíðina eftir einari rullandi skipan, ið hevur við sær, at SEV sleppur undan brádligum sveiggjum í oljuprísinum.
- Gongdin í oljuprísinum yvir langa tíð kann kortini síggjast aftur í útreiðslunum, og tað kann sjálvsagt ávirka elprísin skeiva vegin. Tí er framvegis altumráðandi at sleppa av við oljuna, minnir Hákun Djurhuus á.
Føroyski elprísurin er í høvuðsheitum settur saman við støði í sølu og harvið framleiðslu, netskipan umframt áhaldandi útbyggingum. Framleiðlsukostnaðurin kann sveiggja nakað, alt eftir hvørjar orkukeldur verða brúktar, og her er oljan dýrasta keldan, meðan grønu orkukeldurnar – serliga vatn og vindur – kasta mest av sær í mun til kostnaðin.
Føroyski elprísurin inniheldur eisini rakstur av elnetinum og allar skipanarberandi tænastur, sum tryggja, at SEV kann halda veitingartrygdina og skylduna at veita streym út í hvønn krók í samfelagnum, har tørvur er støðugari elveiting og høgari elgóðsku. Harumframt eru útbyggingar í elskipanini sum t.d. pumpuskipanin í Vestmanna, ið verður ein týðandi partur av grundarlagnum undir komandi grønu útbyggingunum, roknaðar upp í elprísin.
Munadygg heildarskipan
- Vit hava sostatt eina munadygga heildarskipan, sum stendur seg sera væl í hesum tíðum við stórum avbjóðingum á orkuøkinum. Okkara avbjóðingarnar eru, tá ov lítið av varandi orku fæst úr vindi og vatni, og um oljuprísurin hækkar munandi, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Elprísurin, sum er fleirfaldaður í Evropa, fer í Føroyum væntandi at hækka 21-31 oyru fyri kWt við MVG á nýggjárinum – ella umleið 100 krónur um mánaðin fyri vanliga brúkaran við einari miðalnýtslu.
- Hetta er lítið av miklum, sammett við tær søgur, vit hoyra uttan úr heimi um fleirfaldingar av elprísum og útlitum fyri skamtanum í elnýtsluni í vetur, staðfestir Hákun Djurhuus, ið eisini vísir á, at elprísurin í Føroyum bert er hækkaður 10 oyru fyri kWt fyri vanligu brúkararnar seinastu 10 árini.
Hákun Djurhuus tekur undir við Boga Bech Jensen, professara, sum í Kringvarpinum fríggjadagin segði, at Føroyar í løtuni njóta gott av, at føroyska samfelagið hevur eina samlaða elskipan, har elprísurin byggir á kostnaðin í skipanini.
Bogi Bech Jensen segði m.a. við Breddan í Kringvarpi Føroya fríggjadagin: Vit hava eitt interkommunalt felag, har prísurin, brúkarin betalur, reflekterar sirka útreiðslurnar pluss eitt lítið sindur – tað, sum skal til íløgur o.s.v. (...) Vit hava ikki ein marknað hvørki við teimum fyrimunum ella við teimum vansum, sum ein marknaður hevur. Tá man sigur fyrimunir, kan man siga, at tað kann vera, at har er optimeringspotentiali í SEV, tað er ringt at vita sum uttanfyri standandi, og hesum vansanum, at prísurin kann fara øgiliga høgt, møta vit so heldur ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo