Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tey fimm prinsippini viðvíkjandi føroyskum fullveldis- og tjóðskaparpolitikki
Hesi fimm prinsippini skulu galda fyri allan fullveldis- og tjóðskaparpolitikki, sum verður førdur, og mugu hesi fýra prinisppini eisini síggjast aftur í lógarverkinum og gerðum, hvat viðvíkur føroysku tjóðini.

Vit vita eisini, at tá vit krevja vald, so fáa vit ábyrgd, og tá vit átaka okkum ábyrgd, tá fáa vit vald.

Allur politikkur viðvíkjandi tí føroyska fullveldinum, skal verða bygdur á hesi fimm prinsippir:
- Í Føroyum skulu føroyingar ráða!
- Vinnulívið er bulurin og grundvøllurin undir Fullveldi Føroyum!
- Føroyskur politikkur verður stýrdur í Føroyum!
- Allur avgerðarrættur liggur hjá Føroya fólki!
- Og tað eru bert vit føroyingar, sum hava ábyrgdina av hesum landi!

Hetta ger seg eisini galdandi innan útlendingamál.

Vit eiga hetta landi, um vit vilja tað ella ei, tískil eru tað bert vit føroyingar, sum kunnu skapa munagóða framgongd í Føroyum.

Ongin kemur at geva okkum nakað her í verðini; bert við at taka okkum sjálvi í álvara og taka ábyrgd, kunnu vit seta okkara dám á, hvussu framtíðin skal síggja út her í Føroyum.

Hví tað er umráðandi, at útlendingamál og marknaðareftirlit verður yvirtikið
Seinastu árini eru Føroyar nógv broyttar. Vit eru farin frá at verða “Exit Føroyar” til at verða “Enter Føroyar”.

Tað hendir ein stór tilflyting til Føroyar, og tískil er sera umráðandi at fáa greiðu á útlendingamál og marknaðareftirlit.

Útlendingamál hava verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár.

Tað nýggjasta dømi sum vit síggja í tíðindunum er, at tað er sera torført at fáa arbeiðsmegi til Føroyar, um hendan arbeiðsmegin er uttanfyri Norðurlond ella ES. Tað gevur í høvuðsheitum onga meining, at Føroyar skal avmarka seg sjálvar til bert ES. Vit kundu gjørt tað meira lagaligt fáa fólk frá USA, Kanada, Ísrael, Australia, Ný Sælandi, Japan, Suðurkorea og líknandi londum at koma til Føroyar.

Sjálvandi skal hetta gerast so skynsamt sum møguligt, soleiðis at bæði land og kommunur eru til reiðar at lofta tær integrationsavbjóðingar, sum kunnu verða. Men verður ein langtíðar heildarætlan gjørd, so lofta vit eisini hesum avbjóðingunum, og koma ikki at gera somu mistøk, sum fleiri lond í Evropa hava gjørt.

Í 2008 varð Útlendingastovan sett á stovn, sum ummælir umsóknir til danskar myndugleikar. Útlendingasotvan hevur í roynd og veru málsviðgerð av øllum umsóknum um arbeiðs- og uppihaldslovyi í Føroyum og hevur innlit í øll mál um familjusamanføring v.m.

Føroyar eru harvið eisini væl og virðiliga til reiðar at taka ræði á útlendingamálum. Tær lógir og kunngerðir, ið eru í gildi, kunnu í fyrsta umfari verða fyrisitnar av føroyskum myndugleikum, meðan lógarbroytingar og fyrisitingarligar mannagongdir verða viðgjørdar og mentar.

Føroyar eru klárar at taka ræði á útlendingamálum
Samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd vóru lidnar á embætismannastigi í desember 2003.

Sostatt varð longu tá politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at útlendingamál skuldu á føroyskar hendur.

Eisini er ein felagsyvirlýsing undirskrivað millum fyrrverandi danska ráðharran, Birthe Rønn Hornbech, og fyrrverandi landsstýriskvinnuna, Anniku Olsen, um hesa yvirtøku í 2009.

Í 2019 gjørdi landsstýrið semju við donsku stjórnina um at flyta heimildirnar at taka avgerðir til føroyskar myndugleikar, í teimum málum, sum hava størst týdning fyri útlendingar í Føroyum.

Í dag verður brúkt tann undanførsla, at ein fullfíggja yvirtøka av málsøkinum enn ikki kann fremjast, tí tað eyðsýniliga skulu verða týðandi ivamál viðvíkjandi Schengen-skyldunum hjá Danmark.

Tað eigur ikki at verða sera torført hjá teirri donsku stjórnini at fáa greiðu á, hvat teirra Schengen-skyldur eru. Hetta hevur tann danska stjórnin ein her av løgfrøðingum at finna útav. Tískil er hetta ongi meira enn ein undanførsla.

Vit eru klár at yvirtaka málsøki, bæði tí vit longu hava avgerðarmyndugleikan í Føroyum, og hava øll tey dugnaligu fólkini í Føroyum, sum starvast innan útlendingarætt.

Hetta øki kann tískil verða yvirtikið innan sera stutta tíð.

Við ábyrgd kemur framgongd!
Við viti og skili og dirvi, hava vit føroyingar ofta loyst trupulleikar, sum hava verið hildnir at verið óloysiligir – vit hava megna avbjóðingina - og endurtekur hetta tankamynstrið seg til tíðir umaftur og umaftur.

Føroya søga vísir okkum, at øll framgongd í Føroyum er komin, tí at føroyingar hava vilja tikið ábyrgd av egnum landi. Hetta merkir eisini, at tá vit taka ábyrgd av egnum landi, so skapar tað framgongd. Bæði fyri okkum sjálvi, og komandi ættarliðum.

Eitt mál, ið sigur, at vit eiga avgerðina, og at vit eiga ábyrgdina av hesum landi, eru eisini mál, sum í roynd og veru kunnu náast.

Við at taka ábyrgd skapa vit framgongd, bæði fyri okkum sjálvi og fyri teimum sum velja at seta búgv, í hesum framúrskarandi vakra landi í Norðuratlantshavinum.

Bert vit eiga avgerðina, ongin annar!

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo