Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-125/2022 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um bláu bók

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er bláa bók/heilsuprógvið, sum føroysk sjófólk skulu hava, tá tey skulu á sjógvin, galdandi í øllum Norðurlondum?

2. Er neyðugt at hava fleiri heilsuprógv av sama slag, um tú siglir sum avloysari sum sjómaður í Føroyum og t.d. í Noregi?

Til spurning 1
Sambært kunngerð um læknakanning fyri sjófólk skulu øll sjófólk umborð á føroyskum skipum til støddar omanfyri 20 bruttutons hava galdandi føroyskt heilsuprógv, sum staðfestir, at tey eru skikkaði at røkja starv umborð á skipi.

Tað er eitt altjóða krav, at sjófólk skulu hava heilsuprógv. Kravið er ásett í STCW-sáttmálanum frá IMO (International Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers) og MLC-sáttmálanum frá ILO (Maritime Labour Convention).

Sambært MLC-sáttmálanum er tað upp til londini sjálvi at áseta nærri reglur um læknakanningina fyri sjófólk og um góðkenning av sjóvinnulæknum. STCW-sáttmálin ásetir serlig minstu krøv til sjónina og hoyrnina hjá sjófólki umframt krav um, hvørjar upplýsingar um heilsustøðu hjá sjófólkunum skulu standa á einum heilsuprógvi. Framvegis er ikki samtykt altjóða lóggáva, sum nærri ásetir reglur fyri sjálva læknakanningina og fyri heilsuprógvið. Heldur ikki eru ásettingar um ítøkiligar standardir fyri, hvussu metast skal um, hvørt sjófólk er skikkað til skipstænastu í sambandi við sjúku. ILO og IMO hava í 2013 útgivið eina vegleiðing um standardir fyri læknakanningar fyri sjófólk, undir hesum hvussu útbúgving av sjóvinnulæknum kann fara fram.

Mælt verður til, at londini fylgja vegleiðingini.

Grundað á vantandi altjóða bindandi standardir fyri læknakanningar fyri sjófólk og vantandi vegleiðingar fram til 2013, er tað ymiskt, hvussu lóggávan í londunum hevur verið viðvíkjandi loyvi at mynstra við útlendskum heilsuprógvi. Fleiri og fleiri lond eru tó farin at viðurkenna útlendsk heilsuprógv, sum má metast at vera grundað á, at vegleiðingin frá ILO og IMO kom í 2013 og hevur verið við til at harmonisera økið.

Sum støðan er í dag, kann føroyska heilsuprógvið ikki nýtast umborð á norskum skipum. Á sama hátt kann norska heilsuprógvið sambært galdandi kunngerð um læknakanning fyri sjófólk heldur ikki nýtast umborð á føroyskum skipum. Sambært kunngerðini er tað bara loyvt at mynstra við einum føroyskum heilsuprógvi.

Síðani 1. juli 2020 hevur føroyska heilsuprógvið umframt onnur útlendsk heilsuprógv verið góðkend at nýta umborð á donskum skipum.

Í mai sendi Uttanríkis- og vinnumálaráðið uppskot til nýggja kunngerð um læknakanning fyri sjófólk til hoyringar. Endamálið við uppskotinum er serliga at seta í gildi partar av vegleiðingini frá ILO og IMO um læknakanningar fyri sjófólk frá 2013. Mett verður, at hetta er ein týdningarmikil liður í at fáa føroyska heilsuprógvið viðurkent uttanlands til nýtslu umborð á útlendskum skipum. Harumframt verður skotið upp, at útlendsk heilsuprógv skulu verða góðkend at nýta umborð á føroyskum skipum. Við hesum fara norsk og onnur noðurlendsk heilsuprógv at kunna nýtast umborð á føroyskum skipum.

Til spurning 2
Sum støðan er í dag, skal eitt sjófólk hava eitt føroyskt heilsuprógv fyri at sigla við føroyskum skipi. Samstundis má sjófólkið hava eitt norskt heilsuprógv fyri at mynstra umborð á norskum skipi. Nógv føroysk sjófólk sigla við norskum skipum og mugu tí útvega sær norskt heilsuprógv.

Av hesi orsøk eru í løtuni fimm læknar í Føroyum, sum hava fingið góðkenning frá norska Sjóvinnustýrinum at gera læknakanningar og geva út norsk heilsuprógv.

Sambært norsku lóggávuni skulu sjófólk hava annaðhvørt norskt heilsuprógv ella eitt heilsuprógv úr einum ES- ella EFTA-landi. Harafturat hevur Noreg heimild at gera serligar avtalur um viðurkenning av heilsuprógvum. Umframt eina serliga samstarvsavtalu við Týskland og Holland hevur Noreg eisini avtalu um viðurkenning av heilsuprógvum við Kina og Stóra Bretland.

Við uppskotinum til nýggja kunngerð fer føroyska lóggávan í størri mun at samsvara við vegleiðingina frá ILO og IMO um læknakanningar fyri sjófólk. Í hesum sambandi er ætlanin at fara undir at kanna møguleikan fyri at fáa eina avtalu við Noreg um at viðurkenna føroysk heilsuprógv til nýtslu umborð á norskum skipum.

Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo