Lutakastið til undankappingardystirnar til HM endaspælið hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti hevur verið í dag, og nú er greitt, at Føroyar skulu spæla ímóti Hvítarusslandi.
Føroyar spæla fyrsta dystin á heimavølli antin 16. ella 17. mars. Dysturin í Hvítarusslandi verður leiktur 19. ella 20. mars.
Kringvarpið tosaði við Inga Olsen, viðmerkjara, sum heldur, talan verður um tveir truplar dystir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo