Tað var ein eitt sindur óspennandi og keðiligur dystur ímillum Føroyar og Letland á Tórsvølli í kvøld. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, og hóast lettar tøktust hava betra takið á bóltinum oftani, so bleiv tað ikki til nakað.
Eitt mál sum Føroyar fingu í øðrum hálvleiki varð kolldømt vegna rangstøðu.
Odmar Færø skoraði málið fyri Føroyar.
Føroyar eru framvegis framst í bólkinum og harvið frammanfyri Letland í kappingini.
Føroyar møta Andorra á Tórsvølli týskvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo