Føroyar hava lagt seg á odda í dystinum móti Andorra í kvøld við tveimum málum sum Klæmint hevur skorað.
Føroyar fingu eitt brotsspark, sum málmaðurin hjá Andorra bjargaði. Tað var Hallur Hansson sum tók brotssparkið.
Tá ið bólturin sprakk út aftur stóð málmaðurin nærum heilt úti við stongina og málið var so at siga púra opið, men føroyski leikarin Meinhard Olsen skjeyt bóltin beint á málmannin, sum niðasta myndin vísur, ístaðin fyri at plasera bóltin í stóru tómu málhálvuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo