Í løtuni verður Boeing 757-200 farmaflogfarið til FarCargo gjørt klárt í Xiamen í Kina.
Flogfarið skal eita Eysturoy, skrivar check-in.dk.
Flogfarið hevur í næstan 20 ár flogið fyri American Airlines, og verður tað nú skrásett í Svøríki.
- Tann 26. mars 2020 fleyg eitt Boeing 757-200 við skrásetingini N185AN sín seinasta túr fyri American Airlines. Ferðafólkaflogfarið var upprunaliga latið amerikanska flogfelagnum tann 16. mai 2001, men koronafarsóttin sendi flogfarið fyrr í pesnjón, skrivar check-in.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo