Teir byrja við morgunmati klokkan 9:30, sjálvur landsfundurin byrjar klokkan 10.00.
Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Uppskot frá stjórn og limum.
6. Annað.
Klokkan 11:30 leggur Petur Steingrund Fiskifrøðingur fram.
Klokkan 13:00 framførur Signar í Homrum.
Tað skrivar Føroya Fiskimannafelag á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo