Talvsambandið; Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag fara aftur í ár at avgera kappingina um FM-heitið í beinleiðis innanhýsis finaludysti í seinasta umfari í landskappingini annan leygardag.
Vágamenn eru tvey stig fremri, men vinna havnarmenn dystin 3-1, hava teir í minsta lagi tryggjað sær umdyst um FM-heitið. Oddaliðini gjørdu bæði bart í níggjunda og næstseinasta umfari í gjár.
Tveir stórsigrar
Sandavágs Talvfelag gjørdi ikki mætari enn at vinna 4-0 á Klaksvík B sunnukvøldið. Eitt stórfingið úrslit, sum undirstrikar kraftina, sum hevur eyðkent teir í vetur. Rógvi Egilstoft gekk undan sum gott fyridømi. Fyrr um dagin var hann sum málskjútti við at tryggja EB/Streymi sigurin í fótbólti, og eftir dystin gekk leiðin beinleiðis av Hólmanum á Eiði norður til Klaksvíkar at telva - og vinna.
Klaksvíksliðið er triðfremst í deildini, og Ingolf Gaard hevði helst sigurin í hendi á fjórða borði, men setti so rókin í deyða. Ungi mótstøðumaðurin, Jón í Horni Nielsen, hevur annars staðið seg sera væl hetta fyrsta árið sum fastur maður hjá sandavágsmonnum. Hann hevði dagin fyri - saman við Høgna Egilstoft Nielsen - vunnið við 07 Vestur á ÍF í bestu fótbóltsdeildini.
Tað eru alt heilhugaðir kappingarmenn, sum manna oddaliðið í talvi.
Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag vunnu eisini stórsigur sunnudagin. Mótstøðuliðið var Klaksvík A. Havnarmenn vunnu 3½-½ á heimavølli í Finsen. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen vunnu, men á triðja borði mátti Olaf Berg kýta seg av øllum alvi fyri at bjarga sær remis móti Terja Petersen. Talvið gjørdist óvanliga drúgt. Terji stríddist at vinna endatalvið við kongi og róki móti kongi og riddara, men Olaf sýndi lýtaleysan teknikk og treiskni til at standa ímóti. Ikki fyrr enn 122 leikir vóru fluttir, sannaði Terji, at hann vann ikki talvið.
Triði dysturin millum botnliðini endaði javnur. Tað ber í sær, at vánirnar hjá kollfirðingum at lívbjarga sær í deildini tykjast smáar.
##med2##
##med3##
10. umfar (leygardagin 18. mars)
Sandavágur - Havnin (FM-finala)
Klaksvík A - Havnin B
Kollafjørður - Klaksvík B
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo