Dysturin millum KÍ og FK RFS verður klokkan 20 í kvøld, skrivar KÍ á síni heimasíðu.
- Á fundi fyrrapartin gjørdi UEFA av at útseta dystarbyrjanina ein tíma fyri at tryggja, at útiliðið kann koma til Føroya, verða kannað og fáa úrslitini í nøktandi tíð til at kunna møta upp við Djúpumýru og spæla dystin.
- Vit í KÍ fegnast um, at dysturin verður spældur í dag, og vit gleða okkum til dystin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo