Flogbóltssambandið: Oddaliðini í meistardeildini hjá monnum møtast í kvøld klokkan 19,30 í Stórhøllini á Hálsi.
Orsakað av landsdystum í U 19 og U 17 bólkinum hevur landskappingin ligði still, men í kvøld verður byrjað aftur, tá Fleyr og Mjølnir møtast í Havn.
Bæði liðini hava í ár styrkt seg við útlendskum leikarum, sum eisini eru venjarar hjá liðunum, og tí verður spenningur um, hvat av liðunum leggur seg á odda í kappingini eftir dystin.
Fleyr hevur spælt tveir dystir, harav teir hava vunnið 3-0 ímóti ÍF, men taptu 3-2 ímóti SÍ, meðan Mjølnir hevur vunnið báðar sínar dystir ávikavist 3-1 og 3-0 ímóti ÍF og SÍ.
Støðan í landskappingini er henda:
nr | dystir | stig | |
Mjølnir | 1 | 2 | 6 |
Fleyr | 2 | 2 | 4 |
SÍ | 3 | 2 | 2 |
ÍF | 4 | 2 | 0 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo