Tórshavnar kommuna: Í dag var stórt tiltak í samband við, at arbeitt hevur verið við nýggjum hugskotum innan landbúnaðarferðavinnuna.
Tað eru Hugskotið, Visit Tórshavn, Tórshavnar kommuna og Visit Faroe Island, ið hava skipað fyri.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísti í røðu sínari m.a. á, at Tórshavnar kommuna er áhuga í at menna ferðavinnuna, tí tað merkir arbeiðspláss.
Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra:
"Tórshavnar kommuna er ein tann størsta landbúnaðarkommunan í Føroyum. Kommunan fevnir víða, - úr Kollafirði til Kirkjubøar, úr Hesti til Havnar.
Fleiri staðni í kommununi verður nógv gjørt við landbúnaðin. Men fleiri hava eisini brotið upp úr nýggjum við millum øðrum landbúnaðarferðavinnu.
--
Ferðavinnan birtir lív árið runt fyri bæði føroyingar og vitjandi. Hetta gevur arbeiði og inntøkur. Tí er Tórshavnar kommuna eisni áhuga í at virka fyri, at ferðavinnan mennist uppaftur meira við fleiri ráðstevnum, vitjandi og nýhugsandi ferðavinnutilboðum av alskyns slag.
Ferðavinnan er í stórari menning, og tí er áhugavert at fáa meira at vita um, hvat er í væntu. Eg gleði meg tí at hoyra, hvørji hugskot tit hava, nú tit seinastu vikurnar hava arbeitt saman við Hugskotinum, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands við átakinum "Nýskapan í Landbúnaðinum".
--
Landbúnaður er gomul vinna her á landi, meðan ferðavinnan er hampiliga nýggj vinnan. Men við at seta nýtt og gamalt saman fáa vit eina spennandi vinnu við søgu og nýskapan.
--
Vit vita, at vit mugu sáða og velta, um vit skulu fáa nakað nýtt burturúr. Og hetta er júst, ið landbúnaðarvinnan ger. Vit gleða okkum at síggja ávøksturin av arbeiði tykkara.
Góðan arbeiðshug øll somul."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo