Fyrr í dag boðað privata kanningarstovan Thetis frá, at tey lata upp kanningarstovu í Vágum.
Les eisini: Thetis letur upp kanningarstovu í Vágum
Og nú boða kommunurnar í Vágum frá, at tær eisini ætla at kanna vágafólk fyri korona.
Kommunurnar bera í fyrsta umfari sjálvar kostnaðin fyri kanningarnar, verður sagt.
- Eftir góðu royndirnar sunnumorgunin, tá umleið 500 fólk lótu seg kanna á brandstøðini á keiini, varð mett at stórur tørvur er á eini kanningarstøð í Vágum. Tí hevur verið arbeitt við málinum við eini kanningarstøð, har kannað verður nakrar ferðir um vikuna í eitt tíðarskeið. Fyribils verður eftir ætlan kannað tríggjar ferðir um vikuna í tríggjar vikur, men við tí fyrivarni at støðan kann broytast.
Eins og sunnudagin verður einvegis ferðsla við omankoyring frá Giljanesi, og av keiøkinum verður útkoyring móti Miðvági.
- Vónandi fer hetta at lætta um hjá okkara borgarum, so ikki verður neyðugt at brúka nógva orku og tíð hjá teimum at fara til Havnar ella aðrastaðni í landinum, fyri at lata seg kanna seg fyri Covid-19, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Boða verður frá tá klárt er at bíleggja tíð til kanning, siga kommunurnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo