Fleiri lond - millum annað Kina og India - eru til reiðar at keypa russisku oljuna, sum ES ikki vil hava, skrivar danska TV 2.
Metstórar nøgdir av ráolju eru til dømis á veg móti Kina og India. Bara í síðstu viku vóru millum 74 og 79 milliónir tunnur av olju á veg móti londunum báðum sambært amerikanska miðlinum Bloomberg.
Áðrenn kríggið byrjaði var nøgdin á umleið 27 milliónir tunnur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo