Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-003/2024 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um sølu av almennum bygningum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at fyrireika sølu av almennum bygningum?
2. Verður arbeitt við at skipa sølu av almennum bygningum á øðrvísi hátt og samskipa átakið?
3. Hvussu nógvir bygningar, og hvussu nógvir fermetrar verða ætlandi seldir í 2024?
Svar til spurning 1
Landsverk varðar av landsins bygningum, sum eru umleið 200 í tali, og sum samanlagt fevna um eini 260 túsund fermetrar. Fermetratalið økist støðugt, so hvørt nýggir bygningar verða bygdir, til dømis til Sjúkrahúsverkið, til bústovnar innan almannamál og til skúlaverkið. Eisini økist talið av leigumálum.
Landsverk metir um, hvørjar ognir kunnu seljast, og samskiftir javnan við stjórnarráð um sølu av bygningum.
Nakrir fáir bygningar eru seldir, sum Landsverk varðar av. Tað eru vanliga bygningar, har alment virksemi verður flutt úr gomlum bygningum og í nýggjar bygningar, og bygningar og høli eru í ringum standi ella hava verið ónýtt í drúgva tíð. Tá verður mett rættast at selja.
Játtanin til at selja landsins bygningar er ein fíggjarlig heimild til at kunna selja, men ein møgulig søla verður bert framd í semju millum Landsverk og avvarðandi landsstýrisfólk.
Ofta er ikki undirtøka fyri at selja, tá tað kemur til stykkis, tí hugskot eru frammi um at brúka hølini til onnur endamál.
Havandi í huga, hvussu nógvar bygningar landið leigar, kundu bygningarnir verið brúktir til annað virksemi hjá landinum heldur enn at selja, men tá er vanliga neyðugt at dagføra og umbyggja slíkar bygningar, fyri at kunna hýsa nýggjum virksemi. Ov lítið verður játtað til at viðlíkahalda og til at umvæla landsins bygningar, og eftirsleipið økist støðugt. Harafturat hevur søla av almennum ognum við sær, at ongar útreiðslur vera av at røkja og viðlíkahalda longur, og onnur kunnu fáa gagn av bygningunum.
Svar til spurning 2
Tað verður ikki arbeitt beinleiðis við at skipa sølu av almennum bygningum á øðrvísi hátt enn nú.
Viðmerkjast skal, at Landsverk og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið samskifta um, hvussu leigumál og bygningar kunnu fyrisitast skynsamari.
Svar til spurning 3
Tveir bygningar eru seldir í 2024. Hesir eru Oman Reyðhús nr. 4 og 6 í Klaksvík við eini bruttogólvvídd á 168 fermetrar hvør.
Roknað verður ikki við, at fleiri bygningar verða seldir í ár.
Dennis Holm
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo