Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Filmsfelagið, sum er stovnað í Havnar Bio í 1962 og er elsti felagsskapur at vísa listaliga áhugaverdan film, harmast um støðuna, sum er íkomin nú Minnilutafestivalurin er farin at flyta sýningar.

Filmsfelagið hevur altíð samstarvað við Havnar Bio, sum er einasti biografur í býnum.

Filmsfelagið vísur film hvørt mikukvøld. Filmarnir eru nýggir, hóast felagið eisini hevur samstarv við Cinemateket, sum er savnið hjá danska Filmshúsinum við søguligum filmum.

Filmsfelagið velur frítt teir filmar, vit seta á skrá í Havnar Bio. Millum nýggjastu filmar eru bretski Ammonite, danski Flugt og ísraelsku Cakemaker og Red Cow, sum allir fýra viðgera samkynd parløg. Umframt hevur Filmsfelagið víst amerikanska I am not your Negro og svenska Sameblod, sum báðir viðgera minnilutar og teirra skerdu rættindi. Eingin hevur forðað Filmsfelagnum at vísa hesar filmar, hóast greitt er, at teir fóru um mark hjá einstøkum.

Filmsfelagið, sum er óheft áhugafelag, ið hevur eittans endamál – at vísa listaliga áhugaverdan film – hevur øll árini, virksemið hevur verið, bjóðað sær til at fasilitera sýningar við filmi á professionellum støðum í býnum. Hetta tilboð stendur við, nú Minnilutafestivalurin er komin í eina støðu, har seming tykist einasta loysn.

Umframt at søkja seming, vil Filmsfelagið enn sum áður savna fólk at síggja listaliga áhugaverdan film í biografi.

Filmsfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo