Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sermerkta søgan um unga skúvoyingin sum flutti til USA, gjørdist kendur sum listamálari um allan heim og millum annað hevði víðagitna amerikanska sjónleikaran Clint Eastwood í sínum vinarskarða er nú endað

Lego vil gera Billund til 'høvuðsstaðin hjá børnunum' og nýggjasta tiltakið er eitt risahús mitt í býnum sum skal rúma alskyns upplivingar fyri børnini og tey barnsligu. Byggingin byrjarði í 2014 og nú er greitt at húsið letur upp í heyst

Kendi danski vinnulívsmaðurin helt áhugaverda fyrilesturin í Hørsholm Kirkes sognegård seinasta mikudag. Síggja og hoyr hann her

Bæði nýggja smoltstøðin á Strond í Klaksvík og nýggja virkið á Glyvrum fara at hava góðar møguleikar at taka ímóti gestum sum hava hug at síggja framleiðsluna, segði Regin Jacobsen, stjóri, á virkisdegnum hjá Bakkafrosti í dag

Hóast nýggja virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum, sum savnar 7 virkir í eitt, er byrjað royndarkoyringar, so hevur lítið verið at frætt um virkið, sum ivaleyst er Føroya mest framkomna. Men á virkisdegnum í dag greiddu Andrias Petersen & Kári Jacobsen, virkisleiðarar, frá fyribils royndunum

Um einar 10 dagar kemur nýggja skipið hjá Bakkafrost, Martin, sum skal vera við í bardaganum ímóti lýsnum, til Føroya. Og Bakkafrost ætlar í summar at keypa eitt líknandi skip afturat. Tá fer at ganga munandi skjótari at drepa lýsnar, segði Regin Jacobsen í dag

"Eg helt at himmalin kom til mín" segði ein maður sum fekk eina heilt serliga uppliving við Norðlýsinum herfyri. Tað sá út sum tað dansaði á luftini í fleiri litum. Serfrøðingar siga, at tað er sera sjáldan at grønt og ljósareytt eru í norðlýsinum samstundis

Lond í Evropa kappast nú um at gera Niðurlondum kunstin eftir og leggja seg skerfløt fyri nýggja forsetanum í USA fyri at sleppa at vera nummar tvey í heiminum. Nýggjasta dømi er frá vælumtóktu donsku sendingini Natholdet, sum ikki kann bara sær at speireka Trumpin

Í Føroyum hava vit Grillbúðuna hjá Símun. Á Fjóni hava tey hin súra slaktaran. Tann fyrri er bara til á netinum, tann seinni er kanska ikki heilt so ófólkaligur, men hann finst í veruleikanum

Nógv geva sær helst ikki far um máttin í vatninum, tá tað er savnað í byrgingar sum her í Vestmanna. Nú ímeðan áarføri er fæst tó ein ábending

Tá ið Vesturland kom á Skála í morgun, kyknaði eldurin upp aftur og sløkkiliðið á staðnum royndi at sløkkja eldin. Her er ein video

Tá hon í nátt tók ímóti heiðurslønini segði heimskendi amerikanski sjónleikarin Meryl Streep, at tað serliga var ein hending á palli sum hevði fest seg í minnið

Tað kann vera ein avbjóðing at fylgja við tá trygdarvegleiðingin í flogfarinum verður víst. Men her er eitt dømi um, at tað als ikki nýtist at vera keðiligt

Indonesiski CitiLink flogskiparin var filmaður í trygdareftirlitinum, men tað var tá hann byrjaði at tosa í flogfarinum, at fólk reistust og forlangaðu at sleppa í land. Nú er hann koyrdur úr starvi

Tað er tá neyðin er størst at fólk standa saman at bjarga tí í bjargast kann. Eirikur Bjørnsson hevur tikið myndirnar, Bjørn Teitur Bjørnsson eigur tónleikin

Tað hevur verið av ringasta veðri um alt landið í dag. Hesar myndirnar tók ein lesari, sum var staddur umborð á Teistanum, tá hann lá uttanfyri skopunar havn og passaði sær løgir at sleppa inn

Longu í dag verður nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways sett í flúgving. Men tað var bara í gjár, at flogfarið varð latið føroyska flogfelagnum eftir samkomu á Airbus verksmiðjuni í Hamburg. Her sært tú ein samandrátt av tí sum hendi

Um tú bert ætlar at síggja eina pólska jólalýsing í lívinum, so skal tað vera hendan

Tyrluskiparin Andreas Mouritsen er so íðin við myndatólinum tá hann flýgur, at nú er enn ein bók komin undan hondum hansara

At duga at halda høvdið kalt er ein dygd sum ein skipari helst skal hava, tá tað stendur á. Skiparin á norska bátinum Kim Roger hevði júst tað dygdina tá á stóð. Hoyr her

Í summar var eitt sjónvarpslið úr Brasilia í Føroyum og tók upp til eina sending um ferðing. Sendingin hevur yvir 20 mió hyggjarar, og fleiri partar komu burtur úr vitjanini í Føroyum. Tú kanst síggja teir her

Atlantic Jihad: Ósagda søgan um hvítu trælirnar er heiti á áhugaverdum íslendskum dokumentari um ónáðirnar sum arabarar gjørdu um okkara leiðir. Hendingin í 1629, tá Hvalba var fyri herviligari atsókn, er eisini við

Við einum orkuverki sum pumpar vatn ímillum tvær byrgingar ber til at brúka sama vatn aftur og aftur til at framleiða meira streym. Her er ein áhugaverd video frágreiðing um, hvussu verkætlanin skal fungera

Fleiri kópar og onkur nósi spældu sær uttanfyri Fiskvinnuskúlan og í bátahylinum í Vestmanna í dag. Her eru livandi myndir sum næmingar og lærarar tóku

Maðurin sum var orsøkin til alt rokið á valfundinum í býnum Reno í gjár sigur, at hann bara helt einum skelti við áskriftini "republikans against Trump". Knappliga varð hann álopin og Trump ryktur burtur av pallinum av Secret Service

Fyrradagin andaðist Svend Jacobsen úr Vági, 83 ára gamal. Svend búði tað mesta av lívinum í avstralska býnum Newcastle. Í fjør gjørdi VP ein stuttan dokumentarfilm um Svend sum vit, nú hann er farin, vilja taka fram aftur. Friður verið við minninum um Svend hjá Pola á Oyri

Amerikanski forsetin, Barack Obama, misti tolið við fyrrverandi forsetanum, Bill Clinton, tá teir skuldu avstað við Air Force One eftir jarðarferðina hjá Shimon Peres í Jerusalem

Hóast nógvir kendir stats- og stjórnarleiðarar eru til jarðarferð í Ísrael í dag, so er tað eitt lógvatak sum er farið kring allan heim

Eftir vápnahvíldina í Sýria eru bardagarnir harðari enn nakrantíð. Henda smágentan var tann einasta í familjuni sum kom livandi frá russiskum og sýriskum loftálopum á Aleppo í gjár. Minst 70 fólk doyðu. Bjargingarfólk fingu hana leysa við berum hondum. Vit ávara um sterkar myndir

Tá toran sló niður á Viðareiði varð hendingin eisini fangað á myndatóli sum tók upp livandi myndir. Sí hendingina, sum Gert Norðoy tók upp, her

Á indonesisku oynni Sulawesi livir Torajan fólkið. Tey hava eina heilt aðra fatan av deyðanum enn vit. Tá teirra kæru doyggja, ganga ofta mánaðir til tey verða jarðað. Og so verða tey tikin framaftur av og á. Síggj sterku myndirnar her

Morgunsendingin hjá Útvarpinum hevur verið inni á gólvinum hjá Sakaris Hansen á Oyri og hugt eftir hugtakandi samlingini hjá honum av modelskipum. Sakarin sýnir fram í garaguni leygardagin

Normenn eru dreingir sum dáma dreingir, gentur sum dáma gentur, dreingir og gentur sum dáma hvønnannan. Vit trúgva uppá Guð og Allah, segði norski Haraldur kongur við 1500 áhoyrarar á árligu uttanduraveitsluni sum var 1. september

Øll kunnu læra øll mál, er uppáhaldið. Og tað tekur kanska ikki so langa tíð, sum tú heldur, um tú ber teg rætt at

Nógvar atfinningar hava í seinastuni ljóðað ímóti donsku skattamyndugleikunum. Og tað hevur P3 hjá DR fingið eina stuttliga video burturúr

Annar partur av áhugaverdari og forkunnugari sending hjá NRK úr Føroyum í 1965

Í 1965 vísti NRK sendingar úr Føroyum. Prátað verður við fleiri føroyingar, bæði vinnulívsfólk, politikarar og vanlig fólk eins og nógvar forkunnugar myndir eru at síggja

Gamli lærumeistarin hjá Ronaldo, Sir Alex Ferguson, vildi fegin heilsa uppá Ronaldo, tá ið hann hevði vunnið EM-finaluna saman við Portugal

Ross McCall vitjar Føroyar fyri at finna sannleikan um aldargamla siðin um "brutala" grindadrápið, sigur felagsskapurin um nýggja filmin. Síggj hann her

Hvussu blíva Leirvíksvegur til Leroy Jenkins og Garðavegur til Gardenveggies. Spyr ein amerikanara í Føroyum

Sandoyggin er meira smílandi enn hinar oyggjarnar, segði drotningin tá hon vitjaði Sandoynna í dag

Forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, fegnast um móttøkuna og úrtøkuna, nú vitjað verður í Gibraltar

Útoyggjastevna er í Hesti. Vit hava verið við myndatólinum og tikið nakrar stemningsmyndir, sum her síggjast saman við brotum úr setanarrøðuni hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu

Fyrr í kvøld var ein stór brugda á Miðvági. Sí video her

- Tá ið mann skapar nýtt burturúr onkrum, sum kanska annars hevði verið gloymt ella koyrt burtur, so byggir mann eina brúgv millum fyrr og nú

Familjan hjá Jonhard Larsen úr Klaksvík er meint rakt av Alzheimer sjúkuni. Tí hevur Jonhard, sum er íðin rennari, sett sær fyri at gera tað bragdið at renna úr Klaksvík til Havnar í dag. Renningin byrjaði klokkan fimm í morgun. Tit sum koyra - ansið eftir Jonhardi

Systkinabørnini Bárður og Ragnfríð Hansen av Toftum eru afturkomin av spennandi ferð í Nepal, har tey vitjaðu Basecamp, sum er har sjálv ferðin byrjar uppá heimsins hægsta fjall, Mount Everest. Tey gjørdu ein góðan film, sum tey hava lagt á Youtube. Síggj hann her

Vit eru helst øll samd um, at brotsmenn skulu hava sína revsing. Men hvussu man tað vera at sita í isolatión í einum kliva sum er 6x9 metrar. 23 tímar um samdøgrið. Hvønn dag. Í fleiri ár. Royn teg nú

Tey sum vóru til flaggdagshald á Vaglinum í Havn í dag upplivdu eina løtu við bæði kava og sól. Jóhanna á Bergi flutti fram røðuna. Siggj og hoyr hana her

Minst 20 ferðir flugu tvey russisk jaðaraflogfør sera tætt framvið amerikanska oyðaranum USS Donald Cook. USA finst hvassliga at Russlandi