Hóast nógvir kendir stats- og stjórnarleiðarar eru til jarðarferð í Ísrael í dag, so er tað eitt lógvatak sum er farið kring allan heim.
- Langt síðani, langt síðani, lat í Mahmoud Abbas, palestinska forsetanum, tá hann heilsaði uppá ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu og konuna, Sáru.
Natanyahu svaraði: - Tín luttøka her er nakað, sum eg eri sera fegin um. Vegna fólk okkara, og vegna meg sjálvan.
Miðlar sum eru hjástaddir skriva, at øll eygu, og allar mobiltelefonir, vórðu vend ímóti løtuni, tá leiðararnir báðir, sum umboða stríðandi partarnar í miðeystri, tóku í hondina á hvørjum øðrum, og sýndu hvørjum øðrum virðing.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo